Alex Bærendsen - Lívsæla Vissa

Sdílet
Vložit
  • čas přidán 8. 09. 2024
  • 1. Lívssæla vissa: Jesus er mín!
    Hann er mín vinur, kallar meg sín;
    lívssæla vissa: Fullgjørt alt her!
    Likam og sál, alt hansara er.
    Niðurlag: Hann er mín gleði, songur mín hann,
    meðan mín tunga røra seg kann;
    ævigt hjá Gudi lova eg skal
    honum, tí sál mín frelst varð og sæl.
    2. Alt mátti fara - men alt eg vann,
    æviga sólin fyri mær rann;
    opið Guds ríki stendur, og mær
    boðar hans orð um sæluna har.
    3. Sál mín kann hvíla, stillað og glað,
    etur hin mat, ei menn hava sæð;
    Jesus meg frelsti, skuld mína galt,
    eg eri einki, hann er mær alt.

Komentáře •