Ingi, Ronny, Petur og Anja - Á signaða vissa

Sdílet
Vložit
  • čas přidán 8. 09. 2024
  • Hugnaløta á Steinamørk í Søldarfirði - des 2022
    Orð & lag: Líggjas á Váli
    1. Á, signaða vissa:
    Øll syndin er rindað
    við Jesusar blóði, á Golgata rann,
    tann dag, eg fekk síggja,
    at eg hevði syndað,
    ta signaðu vissu hjá honum eg fann.
    2. Á, signaða hvíla:
    Við krossin at liggja
    er signað og søtt fyri skuldartyngd bróst,
    hvat enn, ið kann níva,
    um bert tú vilt hyggja
    á Jesus á krossinum, verður alt ljóst.
    3. Á, signaða frelsa:
    So dýrt hon er goldin,
    ja, dómarin sjálvur tók dómin á seg.
    Ei nakað sum hetta
    er søtt her á foldum,
    at Gud elskar syndarar, slíkar sum meg.
    4. Á, signaða framtíð:
    Tað gott er at vita,
    at ævigur bústaður er fyri stavn.
    Skjótt kemur vár Frelsari
    okkum at flyta
    frá foldini inn í ta himmalsku havn.
    5. Á, hugsið um hetta,
    tit sálir í vanda,
    sum enn ikki hava Guds tilboð sagt ja.
    Tað eru ei stundir
    til stillur at standa,
    um tit ætla við til hin himmalska stað.
    6. So skunda tær vinur,
    tí Jesus enn stendur
    og rættir mót tær sína bjargandi hond.
    Ei drála nú longur,
    Gud Sonin skjótt sendir
    at heinta Guds børn, ja, tann stund er í nánd.

Komentáře •